Inn- og fráferðarskipanin1 hevur skrásetingar við persónsupplýsingum um ríkisborgarar úr triðjalondum, ið koma til limalondini2 við ætlan um stutt uppihald (í mesta lagi 90 dagar innan fyri 180 dagar). Skipanin varð tikin í nýtslu tann 12. oktober 2025. Frá hesum degi verða upplýsingar skrásettar í inn- og fráferðarskipanini um tínar komur og fráferðir til og úr økjum í limalondunum og, um tað er viðkomandi, upplýsingar um, hvørt tær er noktað innferð.

Í hesum sambandi verða tínar upplýsingar savnaðar og viðgjørdar vegna Stýrið fyri altjóða rekruttering og integratión (SIRI) (Styrelsen for International Rekruttering og Integration), Útlendingastýrið (Udlændingestyrelsen), Heimferðarstýrið (Hjemrejsestyrelsen), Ríkisløgregluna (Rigspolitiet) og løgregludømi í ríkisfelagsskapinum. Samband: Sí niðanfyri. Tínar upplýsingar verða harumframt sendar til Uttanríkismálaráðið í Danmark (Udenrigsministeriet) og Útlendinga- og integratiónsmálaráðið í Danmark (Udlændinge- og Intergrationsministeriet). Tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar við tí endamáli at røkja landamørk, fyribyrgja óregluligari flyting og lætta um umsiting av fólkaflyting. Hetta er kravt sambært reglugerð (ES) 2017/22263, serliga grein 14, greinirnar 16–19 og grein 23 í kap. II og III.

Gevið gætur, at inn- og fráferðarskipanin verður sett í verk stigvíst. Tí kann tað í tíðarskeiðinum frá 12. oktobur 2025 til og við 9. apríl 2026 koma fyri, at tínar persónsupplýsingar, harundir biometriskar upplýsingar, ikki verða innsavnaðar í inn- og fráferðarskipanini við øll ytri landamørk í limalondunum. Um tað er eitt krav at savna inn hesar upplýsingar, og tú velur ikki at lata tær, verður sýtt tær at ferðast inn í limalandið. Ímeðan stigvísa verksetingin fer fram, koma persónsupplýsingarnar ikki sjálvvirkandi á ein lista yvir persónar, hvørs uppihaldsloyvi er farið úr gildi. Tú fært heldur ikki møguleikan at kanna, hvussu leingi tú hevur loyvi til uppihald, við at brúka heimasíðuna hjá inn- og fráferðarskipanini ella tólini, ið eru tøk við landamørkini. Tú kanst kanna, hvussu leingi uppihaldsloyvið er galdandi á rokniamboðnum til stutt uppihald á heimasíðuni hjá Evropa-Kommissiónini:
https://home-affairs.ec.europa.eu/policies/schengen/order-crossing/short-staycalculator_da

Tá ið stigvísa verksetingin í inn- og fráferðarskipanini er liðug, verða tínar persónsupplýsingar viðgjørdar sum annars lýst í hesari vegleiðingini.

Í eftirlitinum á ytru mørkunum í limalondunum er skylda at savna tínar persónsupplýsingar fyri at kanna, um innferðartreytirnar eru loknar. Hesar persónsupplýsingar verða savnaðar og skrásettar:

  1. upplýsingarnar í tínum ferðaskjali og
  2. biometriskar upplýsingar: frá andlitsmynd og fingramerki4.

Upplýsingar um teg verða eisini savnaðar úr øðrum keldum, treytað av tínari støðu:

  1. upplýsingar úr visumkunningarskipanini í tíni persónligu málsmappu og
  2. upplýsingar úr evropeisku skipanini um ferðakunning og ferðaloyvi (ETIAS), serliga tín støða viðvíkjandi ferðaloyvi og tín støða sum partur av familju, um tað er viðkomandi.

4 Gevið gætur, at upplýsingar um fingramerki hjá triðjalandsríkisborgarum, sum ikki skulu hava visum til innferð í Schengenøkið, og ferðandi við einføldum gjøgnumferðarskjølum eisini verða goymd í inn- og fráferðarskipanini. Um tær tørvar visum til Schengenøkið, eru tíni fingramerki longu goymd í visumkunningarskipanini sum partur av tíni málsmappu og verða ikki goymd aftur í inn- og fráferðarskipanini.

Um tú ikki letur kravdu biometrisku upplýsingarnar við atliti at skráseting, eftirliti ella samleikakanning í inn- og útferðarskipanini, verður tær sýtt innferð við ytru landamørkini.

Limalondini hava atgongd til tínar upplýsingar við tí endamáli at fyrisita landamørk, tryggja lættari ferðslu um landamørk, forða tilflyting og rættarverju. Europol kann eisini fáa atgongd til tínar upplýsingar til rættarverjuendamál. Tínar upplýsingar kunnu, um strangar treytir verða loknar, eisini verða latnar víðari til eitt limaland, eitt triðjaland ella ein altjóða felagsskap, ið er á listanum í fylgiskjali I í reglugerð (ES) 2017/22265, við atliti at aftursending6 ella rættarverju7.

5 Ein ST-felagsskapur, Altjóða felagsskapurin fyri flyting (IOM) (Den Internationale Organisation for Migration) ella Altjóða Reyða Kross nevndin (ICRC) (Den Internationale Røde Kors Komité).

6 Grein 41, stk. 1 og 2, og grein 42.

7 Grein 41, stk. 6.

Tínar upplýsingar verða goymdar í inn- og fráferðarskipanini í nevndu tíðarskeið og verða síðani sjálvvirkandi strikaðar8:

  1. Skrásetingar av hvørjari innferð, fráferð og afturvístu innferð verða goymdar í 3 ár frá skrásetingardegnum9.
  2. Einstaka málsmappan við tínum persónsupplýsingum verður goymd í 3 ár og 1 dag frá seinastu skrásettu innferð, fráferð ella afturvístu innferð, um ongar nýggjar skrásetingar eru í hesum tíðarskeiði.
  3. Um eingin fráferð verður skrásett, verða tínar persónsupplýsingar goymdar í 5 ár frá tí degi, títt uppihaldsloyvi er farið úr gildi.

8 Skalt tú hava visum til innferð í Schengenøkið, verða tíni fingramerki ikki goymd aftur í inn- og fráferðarskipanini, tí tær eru longu goymdar í visumkunningarskipanini.

9 Um triðjalandsríkisborgarar, sum eru partar av familjuni hjá flytandi ES/EBS/CH-borgarum, (tvs. hjá ES/EBS/CH-borgarum, sum ferðast til eitt annað land enn landið, har tey eru ríkisborgarar ella longu hava uppihald), og sum fylgja ella fylgjast við ES/EBS/CH-borgaranum, verður hvør skrásett innferð, fráferð ella avvíst innferð goymd í eitt ár frá tí degi, innferðin, fráferðin ella avvísta innferðin er skrásett.

Tú hevur rætt til at spyrja marknavørðin, hvussu leingi er eftir av tínum loyvda uppihaldi í limalandsøkinum. Tú kanst eisini kanna hetta á heimasíðuni: https://travel-europe.europa.eu/ees ella á sjálvavgreiðslutólum, um tey eru tøk á landamørkunum.

Um tú ert í limalandsøkinum longur enn loyvt, verða tínar upplýsingar sjálvvirkandi lagdar afturat á listan yvir eyðmerktar persónar (listi yvir persónar, hvørs uppihaldsloyvi er farið úr gildi). Skikkaðu ríkismyndugleikarnir hava atgongd til listan. Ert tú á listanum yvir persónar, hvørs uppihaldsloyvi er farið úr gildi, kann Heimferðarstýrið (Hjemrejsestyrelsen) útvega sær upplýsingar um teg fyri at kanna, um tú ert ólógliga í Føroyum/Danmark10. Men um tú kanst vísa skikkaðu myndugleikunum álítandi prógv fyri, at uppihaldið varð longt orsakað av óvæntaðum og álvarsomum hendingum, kunnu tínar persónsupplýsingar verða rættaðar ella endurnýggjaðar í inn- og útferðarskipanini, og tú kanst verða strikaður av listanum yvir persónar, hvørs uppihaldsloyvi er farið úr gildi.

10 Longdin á loyvda uppihaldinum verður ikki útroknað, og frágreiðing til limalondini verður ikki gjørd, tá ið loyvda uppihaldið er farið úr gildi, um talan er um triðjalandsríkisborgarar, sum eru partar av familjuni hjá flytandi ES/EBS/CH-borgarum (tvs. hjá ES/EBS/CH-borgarum, sum ferðast til eitt annað land enn landið, har tey eru ríkisborgarar ella longu hava uppihald), og sum fylgja ella fylgjast við ES/EGS/CH-borgaranum.

Tú hevur rætt til:

  1. at biðja tann, sum hevur ábyrgd av dátunum, um atgongd til upplýsingar um teg
  2. at biðja um, at skeivar ella ófullfíggjaðar upplýsingar verða rættaðar ella endurnýggjaðar
  3. at biðja um, at ólógliga viðgjørdar persónsupplýsingar um teg verða strikaðar, ella viðgerðin av teimum avmarkaðar

Um tú vilt nýta hesi rættindi, skalt tú seta teg í samband við tann, sum hevur ábyrgd av dátunum ella dátuverndarráðgevan (sí niðanfyri). Tær verður viðmælt at seta teg í samband við tann myndugleikan, sum hevur skrásett ella viðgjørt upplýsingarnar, sum áheitanin snýr seg um.

Samband

Dátuábyrgd (dataansvarlig)

Dátuverndarráðgevin (Databeskyttelsesrådgiveren)

Hjemrejsestyrelsen
Birkerød Kongevej 2
3460 Birkerød
Tlf.: 30 65 78 00

Samband (kontaktformular):
https://hjemst.dk/kontakt/

 

Hjemrejsestyrelsen
Birkerød Kongevej 2
3460 Birkerød
Att. Databekyttelsesrådgiver

Samband (kontaktformular):
https://hjemst.dk/kontakt

 

Rigspolitiet
Polititorvet 14
1780 København V

Samband (kontaktformular):
https://politi.dk/kontakt-politiet/sikker-email
Tlf.: 33 14 88 88

 

Rigspolitiet
Polititorvet 14
1780 København V

Samband (kontaktformular):
https://politi.dk/kontakt-politiet/sikker-email
Tlf.: 33 14 88 88

 

Styrelsen for International Rekruttering og Integration
Carl Jacobsens Vej 39
2500 Valby
Tlf.: 72 14 20 00

Samband (kontaktformular):
https://nyidanmark.dk/da/Kontakt-os/Kontakt-SIRI

 

Styrelsen for International Rekruttering og Integration
Carl Jacobsens Vej 39
2500 Valby
Att. Databeskyttelsesrådgiver

Samband (kontaktformular):
https://nyidanmark.dk/da/Kontakt-os/Kontakt-SIRI/Kontaktformular

 

Udlændingestyrelsen
Farimagsvej 51A
4700 Næstved
Tlf.: 35 36 66 00

Samband (kontaktformular):
https://nyidanmark.dk/da/Kontakt-os/Kontakt-Udlændingestyrelsen

 

Udlændingestyrelsen
Farimagsvej 51A
4700 Næstved
Att. Databeskyttelsesrådgiver

Samband (kontaktformular):
https://nyidanmark.dk/da/Kontakt-os/Kontakt-Udlændingestyrelsen/Kontakt-DPO

 

 

Í samsvari við uppgávubýtið millum myndugleikarnar í limalondunum og teir ES-stovnar, sum eru partar av málinum, kanst tú kæra til:

Dátueftirlitið í Danmark, sum hevur ábyrgd av viðgerðini av tínum upplýsingum (t.d. um tú heldur, at tey hava skrásett skeivar upplýsingar):

Datatilsynet
Carl Jacobsens Vej 35
2500 Valby
Tlf.: 33 19 32 00
dt@datatilsynet.dk

Evropeiski eftirlitsstovnurin við dátuvernd:

Rue Wiertz/Wiertzstraat 60
1047 Bruxelles
Belgien
Tlf.: +32 2 283 19 00

Web.:https://edps.europa.eu/_en

 

Tú kanst kæra til Dátueftirlitið (Datatilsynet) í Danmark, um tú heldur, at danskir myndugleikar viðgera tínar upplýsingar ímóti reglunum um dátuvernd.
Meira kunning fæst her: https://travel-europe.europa.eu/ees

 

 

1 ES-fyriskipan 2017/2226 um stovnan av inn- og fráferðarskipan til skráseting av inn- og fráferðarupplýsingum og upplýsingum um at sýta triðjalandsríkisborgarum, ið fara um ytru mørk í limalondunum, innferð, um at skipa treytirnar fyri atgongd til inn- og fráferðarskipanina til rættarverjuendamál og um at broyta millumtjóðasáttmálan um at fremja Schengen-sáttmálan og fyriskipan (ES) nr. 767/2008 og (ES) nr. 1077/2011.

Eysturríki, Belgia, Bulgaria, Kekkia, Danmark, Estland, Finnland, Frakland, Týskland, Grikkaland, Ungarn, Ísland, Italia, Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Malta, Niðurlond, Noreg, Póland, Portugal, Rumenia, Slovakia, Spania, Svøríki og Sveis.

Fyriskipanin hjá ES-tinginum og ES-ráðnum (ES) 2017/2226 frá 30. novembur 2017 um stovnan av einari inn- og fráferðarskipan til skráseting av inn- og fráferðarupplýsingum og upplýsingum um at sýta triðjalandsríkisborgarrum, ið fara um ytru mørk í limalondunum, innferð, um at skipa treytirnar fyri atgongd til inn- og fráferðarskipanina til rættarverjuendamál og um at broyta millumtjóðasáttmálan um at fremja Schengen-sáttmálan og fyriskipan (ES) nr. 767/2008 og (ES) nr. 1077/2011 (EUT L 327 frá 9.12.2017, s. 20).